Trýstir skotar mugu vinna á Hampden Park

31.03.2021 - 17:19
ÍtrótturFótbóltur
Trýstir skotar mugu vinna á Hampden Park
- Eingin ivi er um, at skotar eru trýstir undan dystinum, men hvør dystur livir sítt egna lív, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá landsliðnum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
Eli Hentze til venjing á Hampden Park í gjár

Í kvøld taka skotar ímóti føroyingum á tjóðarleikvøllinum í Glasgow.

- Tað er eingin ivi um, at skotar eru trýstir undan dystinum og skulu vinna, men hvør dystur livir sítt egna lív.

Tað sigur Eli Hentze, hjálparvenjari á føroyska landsliðnum. 

Dysturin millum Skotland og Føroyar verður klokkan 19:45 í kvøld.

Kringvarpið sendir dystin beinleiðis, og vit byrja at senda upptakt klokkan 19:25.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610