Nýggja ferðaætlanin útsett í fýra vikur

Nýggja ferðaætlanin útsett í fýra vikur
Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðunum, sum koyra millum Havn og økini norðan fyri, kemur ikki í gildi í dag hóast alt
 
01.04.2021 - 15:44

Broytta ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum, ið skuldi koma í gildi í dag, 1. apríl, er útsett til 30. apríl, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

Ætlanin var annars, at leiðirnar, sum koyra millum Havn og norðurøkið, skuldu byrja at koyra eftir nýggjari ferðaætlan í dag, men hetta er útsett til 30. apríl.

Strandferðslan sendi fyrst í mars ferðaætlanina fyri leiðirnar 400, 440 og 450 til almenna hoyring, eftir atfinningar sum vóru frammi, eftir at Eysturoyartunnilin læt upp.

 >> SÍ EISINI Brúka líka nógva tíð at koma til Havnar sum fyrr

Strandferðslan fekk 86 hoyringarsvar frá fólki, til ætlaðu broytingarnar hjá Bygdaleiðunum, sum koyra millum Havn og økini norðan fyri høvuðsstaðin.

Tá Strandferðslan sendi ferðaætlanirnar hjá Bygdaleiðum til almenna hoyring fyrst í mars, var ætlanin, at nýggja ferðaætlanin skuldi koma í gildi í dag, 1. apríl, men soleiðis verður ikki.

Viðgera enn hoyringarsvarini

Stovnurin viðger enn hoyringarsvarini, og tey skulu skipast í mun til fíggjarligar karmar og undirstøðukervið annars, sum til dømis landsvegir, kommunalar vegir og steðgipláss.

Viðgerðin av hoyringarsvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl, sigur Strandferðslan.

Avgerðin tekur støði í, at ymiskar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini.

 >> SÍ EISINI Betri busssamband krevur eykajáttan

Men, hetta krevur ávísar umsitingarligar, tøkniligar og fíggjarligar umskipanir umframt sáttmálaviðgerð, ið tekur tíð at samskipa og seta í verk, sigur stovnurin.

Í fjør vóru 78.854 ferðandi á leið 400, ið koyrir millum Havn og Klaksvík, og 46.343 ferðandi á leið 440, sum koyrir millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum.

Leið 450, ið koyrir millum Skálafjørð og Kollafjørð, byrjaði ikki at koyra fyrr enn Eysturoyartunnilin læt upp, og har vóru tølini í fjør av góðum grundum tí bara 55, vísa tøl hjá Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730