18 grundstykki afturat og íbúðir í Leirvik

bannari
18 grundstykki afturat og íbúðir í Leirvik
Býráðið í Eysturkommunu samtykti á býráðsfundi í síðstu viku at stykkja meira út á Fløtugerði í Leirvík
Fleiri sethús og íbúðir koma í Leirvík
 
02.04.2021 - 09:56

Býráðið í Eysturkommunu samtykti á býráðsfundi í síðstu viku at stykkja meira út á Fløtugerði í Leirvík.

Talan er um 18 grundstykki og eitt øki, sum er 3.688 fermetrar stórt, ið kann brúkast til íbúðarbygging.

Hetta er næsta byggistig á Fløtugerði, har 18 nýggj grundstykki vórðu útstykkjað fyrraárið, og nú verður gjørt klárt til nýggja útstykking.

Stórur áhugi

Tekniska umsiting í Eysturkommunu skal viðgera uppskotið til byggistig tvey, og tá hetta er góðkent, kann arbeiðið bjóðast út.

Áhugin, at seta búgv í Eysturkommunu, er stórur, sigur kommunan. Fyri fýra vikum síðani seldi kommunan 27 grundstykki á netinum eftir fáum døgum.

Seinastu fimm árini er fólkatalið í Eysturkommunu vaksið við 10,8 prosentum, og í februar búðu 2.214 fólk í kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358