Mæla til at gevast við koppseting fyribils

bannari
Mæla til at gevast við koppseting fyribils
Seks sjáldsamir tilburðir av blóðtøppi eru staðfestir hjá fólki, sum eru koppsett við við koppingarevni frá Johnson&Johnson
Koppingarevni frá Johnson&Johnson er undir illgruna, nú seks tilburðir av blóðtøppi eru staðfestir í USA
 
13.04.2021 - 14:40

Amerikanska mat- og heilivágsstýrið mælir nú til at steðga á við koronukoppingarevninum frá Johnson & Johnson.

Hetta gera tey, eftir at seks tilburðir av sjáldsomum blóðtøppum vórðu staðfestir hjá fólkum, sum eru koppsett við koppingarevninum frá Johnson & Johnson.

Tey, sum fingu blóðtøpparnar, vóru allar kvinnur, millum 18 og 48 ár, skrivar Reuters. Tær fingu blóðtøpparnar millum seks og 16 dagar eftir koppsetingina.

Umleið 120 milliónir fólk í USA eru koppsett fyri koronu. Nógv tey flestu eru tó koppsett við Pfizer og Moderna. Umleið 6,8 mió fólk eru higartil koppsett við Johnson & Johnson.

Eingin samanhangur ávístur

Er talan um samanhang millum blóðtøpparnar og koppsetingina, er tí fyribils talan um ein tilburð fyri hvørja mió. fólk, sum eru koppsett.

Danska TV2 skrivar, at amerikansku myndugleikarnir hava ikki ávíst samanhang enn, men teir mæla til at steðga á við koppsetingini.

Fríggjadagin boðaði heilivágsstovnurin hjá ES, EMA, frá, at stovnurin kannar fýra tilburðir av blóðtøppi, eftir at fólk vórðu koppsett við amerikanska koppingarevninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210