Meirilutin vil bíða eftir landsstýrismanninum

Meirilutin vil bíða eftir landsstýrismanninum
Samgongan í Rættarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammer um at javnseta ferðaseðla- og farmaprísirnar
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um at javnseta ferðaseðla- og farmaprísirnar. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum arbeiðir við nýggjum prísbygnaði
 
14.04.2021 - 09:08

Samgongan heldur tað vera rættast at bíða eftir landsstýrismanninum í samferðslumálum, sum sigur seg arbeiða við einum prísbygnaði fyri Strandfaraskip landsins.

Tí er ikki neyðugt at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um at javnseta ferðaseðla- og farmaprísirnar, sigur meirilutin í Rættarnevndini, Christian  Andreasen, Frimodt Rasmussen, Erhard Joensen og Steffan Klein Poulsen.

Strandfaraskip landsins hava havt somu prísir síðani 2007, tá teir vórðu lækkaðir, sigur meirilutin.

Allar leiðirnir hjá Strandfaraskipum hava undirskot.

Atkvøða í dag

Upplýst verður í álitinum hjá Rættarnevndini, at tyrlurnar hava havt somu prísir síðani 1994. 

Minnilutin í Rættarnevndini, Sirið Stenberg, Ingilín D.Strøm og Hervør Pálsdóttir, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Bjarna Hammer.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla eru á løgtingsfundinum seinnapartin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523