Flestu børnini fødd uttan fyri hjúnalag

Flestu børnini fødd uttan fyri hjúnalag
Í 2019 vórðu 678 børn fødd í Føroyum, og nógv meira enn helvtin av børnunum vóru tá fødd uttan fyri hjúnalag, vísa tøl hjá landslæknanum
60,2 prosent av børnunum vórðu í 2019 fødd uttan fyri hjúnalag
 
15.04.2021 - 11:14

Lutfalsliga nógv børn í Føroyum vórðu fødd uttan fyri hjúnalag í 2019.

Tað sæst í nýggjastu heilsulýsingini fyri Føroyar hjá landslæknanum, sum júst er komin út.

Í 2019 vórðu 678 børn fødd í Føroyum, og nógv meira enn helvtin av børnunum vóru tá fødd uttan fyri hjúnalag.

60,2 prosent av børnunum vórðu í 2019 fødd uttan fyri hjúnalag. Hjá 39,1 prosenti av teimum føddu børnunum vóru foreldrini gift. Restin, 0,7 prosent, er ikki upplýst.

Javnari býti fyrr

Fyri 15 árum síðani - í 2005, 2006 og 2007 - var býtið javnt, og tá var helvtin av øllum børnum í Føroyum fødd uttan fyri hjúnalag. Hin helvtin vóru børn hjá giftum foreldrum.

Men seinnu árini eru alsamt fleiri børn fødd uttan fyri hjúnalag, sambært nýggjastu heilsulýsingini hjá landslæknanum, sum kemur út einaferð um árið.

Av teimum 678 børnunum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2019, búðu 92,1 prosent av foreldrunum saman, og 7,5 prosent búðu ikki saman. 0,4 prosent svaraðu ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928