Samráðast um býtishandil við koppingarevni

Samráðast um býtishandil við koppingarevni
Sum støðan er, hava vit brúk fyri tryggum og góðkendum koppingarevnum, sigur danski heilsumálaráðharrin
Magnus Heunicke er heilsumálaráðharri í Danmark
 
20.04.2021 - 08:57

Danskir myndugleikar samráðast við fleiri lond um ein møguligan býtishandil við koppingarevni. Tað upplýsti danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, fyri Jyllands-Posten eftir at hava verið á fundi við framsøgufólkini í heilsumálum á Fólkatingi. 

Sum støðan er nú, hava vit tørv á tryggum og góðkendum koppingarevnum. Higartil eru tað Pfizer og Moderna. Og tá er tað sera áhugavert, um vit kunnu fáa í lag ein býtishandil við onnur lond, har vit fáa teirra Pfizer-koppingarevni í býti við okkara AstraZeneca-koppingarevni, sigur Magnus Heunicke, sambært Jyllands-Posten.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431