Regin Hammer formaður í Bústøðum

Regin Hammer formaður í Bústøðum
Hann starvast í Almannamálaráðnum og var eisini formaður í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi álitið til landsstýriskvinna um bústaðarpolitikk
Regin Hammer er nýggjur formaður í stýrinum fyri Bústaðir
 
20.04.2021 - 10:42

Regin Hammer er nýggjur stýrisformaður í Bústøðum. 

Tað gjørdist greitt í gjár beint eftir, at Elsebeth Mercdis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, hevði tilnevnt nýggja stýrið og havt fund við stýrislimirnar. 

Stýrið, sum skal taka við 1. mai, skipaði seg beint eftir fundin við landsstýriskvinnuna.

Fulltrúi í Almannamálaráðnum

Regin Hammer er fulltrúi í Almannamálaráðnum, og hann var eisini formaður í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi álit til landsstýriskvinnuna um bústaðarpolitisk átøk. 

Hendan frágreiðingin varð liðug í mars í fjør.

Í sambandi við hetta arbeiði, tók illstøða seg upp millum Regin Hammer sum formann í arbeiðsbólkinum og Andras Róin, sum er stjóri í Bústøðum. 

Nú er Regin Hammer stýrisformaður hjá stjóranum í Bústøðum.

Regin Hammer verður gestur í Breddanum í útvarpinum klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334