Kirkjurnar í Danmark lata meira uppaftur

bannari
Kirkjurnar í Danmark lata meira uppaftur
Nú sleppa fleiri fólk til kirkjuligu tænasturnar í Danmark
 
21.04.2021 - 06:04

Fleiri fólk sleppa skótt til ferming og brúdleyp í donsku kirkjunum, skrivar Kristeligt Dagblad, sum endurgevur folkekirken.dk.

Eftir fund hjá kirkjumyndugleikunum mánadagin er greitt, at krøvini um pláss verða linkað; bæði í fólkakirkjuni og í øðrum samkomum.

Politiskar samráðingar bóru á mál

Síðani januar hevur kravið verið, at hvørt fólk skal hava 7,5 fermetrar, men hetta minkar nú niður í tveir fermetar fyri hvørt fólk.

Í síðstu viku gjørdist eisini greitt, at sangur aftur er loyvdur í donskum kirkjum. Harumframt var kravið um, at gudstænasturnar ikki skulu vera longri enn 30 minuttir, slept.

Tað hendi eftir politiskar samráðingar, sum bóru á mál fríggjanáttina. Kravið um, at hvørt kirkjufólk ikki skal hava líka so nógv pláss, varð eisini nevnt í teirri avtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949