Øll kunnu ikki biðja um tíð í senn

bannari
Øll kunnu ikki biðja um tíð í senn
Í sambandi við koppseting fyri koronu hava tey, sum eru í vandabólki, framíhjárætt í øllum aldursbólkum
Nú eru fólk, sum verða koppsett, býtt í fimm aldursbólkar
 
22.04.2021 - 09:09

Øll, sum eru 16 ár og eldri, men yngri enn 64 ár, kunnu ikki biðja um tíð til koppseting í senn. Heilsumálaráðið sigur, at fólk eru býtt í fimm aldursbólkar.

Tey elstu verða koppsett fyrst. Men í øllum aldursbólkum hava fólk, sum eru í vandabólki, framíhjárætt.

Fólk í serligum vandabólkum framíhjárætt

Fyrsta dagin, latið verður upp fyri at bíleggja tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa fólk í serligum vandabólkum framíhjárætt at bíleggja sær tíð. 

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.

Á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum sæst, hvørjir vandabólkarnir eru.  Ein serskipan verður gjørd fyri útoyggjar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938