Atlantsflog stórt hall í fjør

Atlantsflog stórt hall í fjør
Inntøkurnar minkaðu niður í helvt, og hallið í fjør var 128 milliónir kr. fyri skatt. Roknað verður eisini við halli í ár
Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður í Atlantsflogi
 
23.04.2021 - 16:04

Atlantic Airways hevði 128 milliónir krónur í halli fyri skatt í 2020. Hallið eftir skatt er 104,6 milliónir krónur. Hesum boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Afturgongdin er stór samanborið við 2019, tá føroyska flogfelagið hevði 7,8 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Orsøkin til stóru afturgongdina er sum vera man koronu-farsóttin, sum hevur rakt alla heimsins flogvinnu hart.

Inntøkurnar niður í helvt

Inntøkurnar hjá Atlantic Airways minkaðu niður í helvt - úr 574,3 mió. krónum í 2019 niður í 289,6 mió. krónur í 2020. Lækkingin var 285 mió. krónur.

Atlantic Airways sigur í tíðindaskrivinum, at tá koronafarsóttin rakti í fjørvár, tók felagið beinanvegin stig til at minka um rakstrarútreiðslurnar. Flestøll starvsfólk vórðu send í serskipanina hjá ALS, og tíverri varð eisini neyðugt at siga umleið 100 fólkum úr starvi.

Eisini hall í ár

Í desember fekk Atlantic Airways 100 milliónir krónur í kapitalhækking frá landsstýrinum. Atlantic Airways væntar eisini eitt hall fyri árið í ár, men ikki so stórt sum fyri 2020. 

Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Nývald í nevndini er Annika Larsen Black, sum kemur í nevndina í staðin fyri Gunn Ellefsen. Hinir nevndarlimirnir eru Esther Dahl, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650