Olga Kristina bar ælabogalitta liðskiparabandið

Olga Kristina bar ælabogalitta liðskiparabandið
B36 kvinnurnar bakkaðu ikki fyri boðunum frá FSF um, at ælabogalitta liðskiparaarmbandið var brot á fótbóltslógina.
26.04.2021 - 21:11

Liðskiparin hjá Betrideildarliðnum hjá B36, Olga Kristina Hansen, bar ælabogalitta liðskiparabandið í dysti móti AB/B71 sunnudagin, hóast boð vóru komin frá Fótbóltssambandið Føroya um, at hetta var brot á fótbóltslógina.

 - Vit valdu at bera bandið, áðrenn kappingin byrjaði, heilt einfalt fyri at vísa á, at vit virða øll menniskju, sigur Olga Kristina Hansen.

 - Hjá okkum snýr tað seg heldur ikki bara um LGBT.

Royndi miðvallarin heldur ikki, at málið er rætt handfarið av Fótbóltssambandinum.

 - Eg skilji tað ikki heilt. Vit høvdu heldur ikki ímyndað okkum, at hetta var ein trupulleiki, tá UEFA og onnur fótbóltssambond mæla til sovorði, sigur Olga Kristina Hansen

Mikudagin í síðstu viku sendi FSF skriv til føroysku fótbóltsfeløgini, har gjørt varð vart við, at ítróttarútgerð í samband við dyst 'skal ikki hava politisk, átrúnaðarlig ella politisk herróp, boð ella myndir'.

Hetta varð gjørt eftir at dómarabólkurin hjá FSF hevði fingið ein fyrispurning, sum snúði seg um, hvørt tað var í lagi, at ein dómari brúkti ælabogalitt skøvningsbond.

Mánakvøldið var fundur millum FSF og føroysku fótbóltsfeløgini, og har var avgjørt at viðgera málið meir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804