Skulu finna røttu staðsetingina til Tjóðleikhúsið

Skulu finna røttu staðsetingina til Tjóðleikhúsið
Umsitingin í Tórshavnar kommunu mælir til, at ráðgevarartoymini fáa 100.000 krónur hvørt
Nú verður kannað, hvar á Bursatanga ella á Eystara havnarøki, Tjóðleikhúsið kann vera
 
29.04.2021 - 08:55

Tórshavnar kommuna fer nú at kanna, hvar á Bursatanga ella á Eystara havnarøki, Tjóðleikhúsið kann vera.

Býráðið fer í dag at viðgera málið.

Tilmælið hjá umsitingini er, at tey fimm ráðgevaratoymini, sum eru knýtt at kappingini um tjóðleikhúsið, fáa 100.000 kr. hvørt til at finna røttu staðsetingina og samstundis byrja at gera eina heildarætlan fyri eystara havnarøkið.

Við hesum leisti fær býráðið fimm uppskot um, hvussu økið skal skipast, og hvar Tjóðleikhusið skal vera.

Byggi- og býarskipanarnevndin, Tekniska nevnd, Havnarnevndin og Fíggjarnevndin taka undir við umsitingini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928