Breddin: Skansi, trolbátar og neyðtøkutilbúgving

Breddin: Skansi, trolbátar og neyðtøkutilbúgving
Trý evni eru í sendingini i dag
Neyðugt er við fleiri hundrað milliónum krónum at bjarga Skansa Offshore
 
05.05.2021 - 11:47

Frálandareiðaríið Skansi Offshore siglir í somikið tungum sjógvi, at neyðugt er við bjargingarætlan fyri fleiri hundrað milliónir krónur. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, er gestur á Breddanum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lovar trolbátum at fiska innan fyri 12 fjórðingar árið út.

Felagið Trolbátar fegnast, Meginfelag Útróðrarmanna mótmælir. Bjarni í Skálum og Finnbjørn Vang, formenn í FT og MÚ, kjakast um rættin at fiska á hesum leiðum.

Ein nýggj neyðtøkutilbúgving er á veg. Í sendingini greiðir Ann Danielsen, gynokologor, millum annað frá, hvussu nýggja tilbúgvingin fer at virka. 

Breddin er á skránni í útvarpinum klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037