Royna semju millum handverkarar og KAF

Royna semju millum handverkarar og KAF
Partarnir sendu boð eftir semingsstovninum fyri viku síðani
Semingsmenninir eru komnir upp í samráðingarnar millum handverkarafeløgini og Kommunala arbeiðsgevarafelagið
 
06.05.2021 - 09:45

Semingsstovnurin roynir at fáa handverkarafeløgini og Kommunala arbeiðsgevarafelagið at semjast um nýggjan sáttmála.

Fyri einari góðari viku siðani sendu partarnir boð eftir Semingsstovninum. 

Teir kundi ikki semjast um sáttmála fyri tann, sum var galdandi til 1.oktober í fjør.

Semingsstovnurin hevði fund við partarnar hvør sær í gjár. 

Fundur verður aftur við partarnar hvør sær í morgin og aftur týsdagin í næstu viku, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162