Fáa fulla løn fyri 32 arbeiðstímar

Fáa fulla løn fyri 32 arbeiðstímar
Arbeiðsvikan hjá almennum starvsfólkum í Íslandi er stytt. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fegnast
Guðbjørg Pálsdóttir er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Íslandi
 
07.05.2021 - 09:10

Starvsfólk hjá tí almenna í Íslandi, sum arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, hava nú fingið styttri arbeiðsviku.  Broytingin kom í gildi 1. mai.

Tað merkir, at til dømis sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða 32 tímar sum fulla tíð. Fakfelagið hjá sjúkrarøktarsfrøðingunum fegnast.

Størsta framstig í 40 ár

Vit hava stríðst fyri, at 80 tímar skiftandi arbeiðstíðir skulu telja 100 prosent. Og tað er útslitið nú, um tú arbeiðir 32 tímar arbeiðsviku. Og tað ger størri mun millum arbeiði og privatlív, og eigur eisini at tryggja góðskuna og trygdina í tænastuni. Hetta er framstig, sum vit ikki hava sæð í 40 ár, sigur Guðbjørg Pálsdóttir, forkvinna í fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Íslandi.

Broytingin er eisini lønarhækking fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum arbeiða niðursetta tíð. 

Hetta er framstig, sum vit ikki hava sæð í 40 ár

Guðbjørg Pálsdóttir

Ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiddi 80 prosent, verður nú skrásettur at arbeiða 100 prosent fyri somu tímar, og verður lønt fulla tíð.

Umframt sjúkrarøktarfrøðingar, ávirkar broytingin 96 prosent av øllum arbeiði við skiftandi arbeiðstíðum hjá fólki, sum arbeiða hjá kommunum ella landinum. 

Talan er um umleið 9.000 fólk á 700 arbeiðsplássum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075