Nettoognin uttanlands minkaði í 2019

Nettoognin uttanlands minkaði í 2019
Bæði ogn og skuld eru vaksin nógv, upplýsir Hagstovan
Í 2019 áttu føroyingar fýra milliardir kr. meira, enn teir skyldaðu uttanlands
 
07.05.2021 - 09:42

Nettoognin uttanlands hjá føroyingum var minni í 2019 enn í 2018. Nýggjastu tølini eru frá 2019.

Sambært tølum hjá Hagstovuni var nettoognin í 2019 4,1 milliard krónur, tað er, at føroyingar áttu fýra milliardir meira enn teir skyldaðu uttanlands.

Tá nettoognin er positiv, skyldar umheimurin Føroyum pengar.

Ogn og skuld vaksin

Í 2018 var nettoognin 5,4 milliardir krónur. Í 2017 var hon 5,7 milliardir krónur. Bæði ogn og skuld eru vaksin nógv, upplýsir Hagstovan.

Nettoognin var tann sama, sum hon var fyri fíggjarkreppuna fyri tíggju árum síðan. Men munur er á, hvør eigur skuldina og ognina.

Tað almenna, fíggjarfyritøkurnar og húsarhaldini øktu nettoognina 11,3 milliardir krónur frá 2012 til 2019.

Tað mesta er í lánsbrøvum

Hjá vinnufyritøkum hækkaði nettoskuldin 8,7 milliardir krónur hesi somu árini. Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í lánsbrøvum. 

Sløk helvtin av skuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv, og henda skuldin er vaksin nógv seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040