306 ávíst til Barna- og ungdómspsykiatri í fjør

306 ávíst til Barna- og ungdómspsykiatri í fjør
160 børn og ung eru á bíðlista í løtuni
Í 2019 vóru 183 ávísingar. Í fjør vóru 306 ávísingar, og vøksturin er 60 prosent, upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Sirið Stenberg
 
10.05.2021 - 08:58

Tað tekur 14 til 15 mánaðir at bíða eftir tíð hjá Barna- og ungdómspsykiatriini, hóast tað ongantíð hava verið so nógvar útgreiningar sum í 2020. Tær vóru 160.

166 børn og ung eru í løtuni á bíðilistanum.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen,landsstýrismaður,í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at er talan um akutta ella sonevnda subakutta støðu, koma sjúklingar framum á bíðilistanum.

Barna- og ungdómspsykiatriin fær byrjað tríggjar nýggjar útgreiningar í miðal um vikuna. 

306 ávísingar í fjør

Høvuðsorsøkin til langa bíðilistan er, at nógv fleiri børn og ung eru nú ávíst til útgreiningar og viðgerð. 

Í 2019 vóru 183 ávísingar. Í fjør vóru 306 ávísingar, vøksturin er 60 prosent. 

Higartil í ár eru komnar 53 ávísingar. 

Harumframt eru yvir 200 børn og ung í medisinskari viðgerð, sum Barna- og ungdómspsykiatriin fylgir áhaldandi, og sum fáa  bjóðað psykoterapi bæði sum bólkasamrøður og sum staksamrøður.   

Ein serlækni afturat í barna- og ungdómspsykiatri er settur í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483