Magnus Heinason lýstur til sølu

Magnus Heinason lýstur til sølu
Gamla havrannsóknarskipið varð lagt í mars
Magnus Heinason var havrannsóknarskip í 40 ár
 
11.05.2021 - 11:46

Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, er nú formliga lýst til sølu.

Havstovan vil ikki siga, hvat ein hóskandi prísur fyri skipið er, tí tað kann órógva sølutilgongdina, sigur stovnurin.

Havstovan brúkti Magnus Heinason sum havrannsóknarskip í 40 ár, frá 1981 til mars í ár, tá skipið varð lagt.

Magnus Heinason gjørdi millum annað trolkanningar, akustiskar kanningar, yngulkanningar, ætikanningar, hydrografiskar kanningar og seismiskar kanningar tey 40 árini, hann varð brúktur.

Magnus Heinason varð bygdur á Langsten-skipasmiðjuni í Noregi í 1978. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457