Føroyingar liðugt koppsettir seint í august

bannari
Føroyingar liðugt koppsettir seint í august
Góð ferð er á koppsetingini, og seint í august eru øll í Føroyum liðugt koppsett, væntar Koppsetingarbólkurin
 
13.05.2021 - 17:02

Gongur sum ætlað, verða øll fólk í Føroyum liðugt koppsett fyri koronu seint í august. Tað sigur COVID-19 Koppsetingarbólkurin hjá sjúkrahúsverkinum í triðju støðulýsingini, sum kom týsdagin.

Heilsustýrið í Danmark væntar, at allir danir eru liðugt koppsettir seint í august. Í Føroyum fáa vit sama lutfall av koppingarevni svarandi til fólkatalið, sum í Danmark. Hetta merkir, at okkara tíðarætlan samsvarar við donsku tíðarætlanina.

Gagnnýtslan av koppingarevni høg

Í øðrum ársfjórðingi hava veitingarnar av koppingarevni frá Pfeizer/BioNTech verið munandi størri enn áður, og hetta hevur eisini havt við sær, at meira ferð nú er komin á koppsetingina.

Samanumtikið hevur tað gingið skjótt við koppsetingini í Føroyum, og gagnnýtslan av koppingarevninum hevur verið høg, sigur Koppsetingarbólkurin.

34,9 prosent av øllum fólkum í Føroyum hava nú fingið fyrra prikið, og 13,3 prosent eru liðugt koppsett, vísa nýggjastu tølini hjá landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763