Bæði fólkini bjargað úr Sandoyartunlinum

14.05.2021 - 13:15
Innlendis112
Bæði fólkini bjargað úr Sandoyartunlinum
Eldur var í einum ljósmotori inni í tunlinum
Bæði fólkini, sum vóru eftir inni í Sandoyartunlinum eru fingin út í øllum góðum

Fyrrapartin kom eldur í ein ljósmotor einar 1.500 til 2.000 metrar inni í Sandoyartunlinum.

Fólk, sum vóru stødd uttan fyri motorin í tunlinum, vórðu fingin út beinanvegin, men tvey fólk vóru stødd innan fyri motorin, og neyðugt varð at senda roykkavarar inn í tunnilin eftir teimum.

Tey eru eisini fingin út í øllum góðum, og hjá teimum veit eftir umstøðunum væl við. Bæði fólkini verða flutt við tyrlu á Landssjúkrahúsið til kanningar, upplýsir løgreglan.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Teit Samuelsen, stjóra í Eystur- og Sandoyartunlum, í útvarpstíðindunum.

Jógvan Skeel Nolsøe tók myndirnar.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325