Steingja floghavnir fyri hvítarussiskum flogførum

Steingja floghavnir fyri hvítarussiskum flogførum
ES fordømir hendingina um vikuskiftið, tá Hvítarussland tvingaði eitt flogfar hjá Ryanair at lenda
Ryanair-flogfarið, SP-RSM, lendir í International Airport uttan fyri Vilnius í Litava
Mynd: AP  
 
25.05.2021 - 06:26

ES fer at revsa Hvítarussland, eftir at myndugleikarnir tvingaðu eitt ferðafólkaflogfar, sum var á veg úr Grikkalandi til Litava, at lenda í Minsk í Hvítarusslandi.

Tað vóru greiðu boðini frá stjórnarleiðarunum í ES, sum høvdu fund um støðuna í gjárkvøldið.

Hvítarussland revsast búskaparliga

Vit fordøma tað, sum Hvítarussland hevur gjørt, og fara at revsa landið eftir tí, segði formaðurin í Europaráðnum, Charles Michel.

Avgerð er tikin um at revsa landið búskaparliga, og flogfør hjá hvítarussiskum feløgum fáa ikki loyvi at lenda í nakrari europeiskari floghavn.

Samstundis verður heitt á øll flogfeløg í ES, um ikki at flúgva til Hvítarussland, og heldur ikki í hvítarussiskum loftrúmi. Tað heva fløgfeløg sum SAS, AirBaltic, Lufthansa og KLM, longu tikið avgerð um at steðga við.

ES krevur Pratasevitj leyslatnan

Samstundis krevja tey 27 ES-londini, at myndigleikarnir alt fyri eitt lata andstøðingin, Roman Pratasevitj, og unnustu hansara, Sofija Sapega, leys. Tey vóru við flogfarinum hjá Ryanair, sum varð noytt at lenda í Minsk.

Pratasevitj er eftyirlýstur, tí hann hevur skrivað nógv ímóti Lukasjenko, forseta, sum vann valið í august í fjør, og nú hevur sitið við valdið í 26 ár, í seinasta landinum í Europa, sum verður nevnt einaræði.

Stýrið í Hvítarusslandi tvíheldur um, at talan var um eina bumbuhóttan ímóti flogfarinum, men tað hevur millum annað týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, víst aftur. Ógvuslig mótmælir hava verið í Hvítarusslandi síðani valið í august í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777