Opið sum vanligt, men neyðug stig eru tikin

Opið sum vanligt, men neyðug stig eru tikin
Heilsufakligi ráðgevarabólkurin hjá skúlum og dagstovnum hevði fund í gjár
Í Tórshavnar kommunu hava nakrir dagstovnar skert virksemi komandi dagarnar
 
25.05.2021 - 08:49

Skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar hava opið í dag sum vanligt.

Heilsufakligi ráðgevarabólkurin hjá skúlum og dagstovnum hevði fund í gjár.

Neyðug stig eru tikin í teimum dagstovnum og skúlum, sum koronusmittan hevur rakt beinleiðis.

Annars eru skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar opnir sum vanligt í dag.

Skert virksemi

Í Tórshavnar kommunu hava nakrir dagstovnar skert virksemi komandi dagarnar.

Hetta ger, at øll kunnu ikki koma á stovnin.

Hetta fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur, frítíðarskúlar og ungdómstilboð.

Foreldur fáa boð frá avvarðandi stovnsleiðara, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928