Seks feløg fáa stuðul til nýggjan kappróðrarbát

Seks feløg fáa stuðul til nýggjan kappróðrarbát
Róðrargrunnurin fekk 10 umsóknir í ár, og tað er tað mesta higartil
Hvørt av teimum seks feløgunum fær 23.000 krónur til bátasmíð, tí 138.000 krónur vóru at lata í ár.
 
28.05.2021 - 08:52

Seks kappróðrarfeløg hava fingið stuðul úr Róðrargrunni Føroya.

Hvørt felag fær 23.000 krónur til bátasmíð, tí 138.000 krónur vóru at lata í ár.

Miðvágs róðrarfelag fær pengar til eitt seksmannafar, Havnar róðrarfelag til eitt seksmannafar, Kvívíkar sóknar róðrarfelag til eitt fimmmannafar, Kappróðrarfelagið NSÍ til eitt fimmmannafar, Sunda róðrarfelag til eitt fimmmannafar, og Skála róðrarfelag fær stuðul til at smíða eitt seksmannafar.

Róðrargrunnurin fekk 10 umsóknir í ár. Hetta er tað mesta higartil. 

Ein umsókn varð tikin aftur.

Fáa stuðulin, tá kjølurin er strektur

Í trimum førum vóru bátarnir liðugt smíðaðir og latnir feløgunum, áðrenn umsóknarfreistin var úti. 

Tey seks feløgini, sum fáa stuðul, fáa hann, tá kjølurin er strektur.

Er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl í 2022, fellur stuðulin aftur til grunnin. 

Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018, og hevur higartil latið stuðul til at smíða 20 kappróðrarbátar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366