Koronutilmælini ikki broytt í løtuni

Koronutilmælini ikki broytt í løtuni
48 fólk eru sjúk av koronu, og 504 fólk eru í sóttarhaldi
 
30.05.2021 - 14:59

Hóast fleiri tilburðir av koronu eru staðfestir hesa vikuna, so eru ongar ætlanir í løtuni um at broyta koronutilmælini. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Nú eru 48 fólk sjúk, og yvir 500 fólk eru í sóttarhaldi. Smittuketan er kend, sigur løgmaður, og tí verður mett, at tamarhald er á støðuni.

Landsstýrið fylgir gongdini neyvt, og vísir tað seg at neyðugt er at víðka tilmælini, so verður tað gjørt. Men tað er ikki støðan í løtuni, sigur løgmaður, sum sigur seg hava varhugan av, at fólk virða tilmælini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458