Verkfall á veg

Verkfall á veg
Arbeiðsgevararnir vraka uppskotið um semju, sum Pedagogfelagið lat teimum síðsta mikudag
31.05.2021 - 19:26

Tað ber ikki til at koma við einum uppskoti til semju, sum í stóran mun tekur støði í upprunakrøvunum, eftir samráðingar í eitt hálvt ár og drúgva seming millum partarnar.

Tað siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í felags svari til Pedagogfelagið.

Eftir at Pedagogfelagið 21. mai vrakaði eitt semingsuppskot frá Semingsstovninum, sendi felagið Arbeiðsgevarunume eitt uppskot um semju.

– Uppskotið er í stóran mun ein endurtøka av upprunakrøvunum hjá felagnum, og ikki nakað, sum vit kunnu arbeiða víðari við, siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum í staðin halda seg til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar og arbeiðsgevararnir góðtóku.

– Í løtuni er somikið langt millum partarnar, at vit síggja onga loysn í eygsjón, siga arbeiðsgevararnir, sum tí staðfesta, at tað stendur í botni í samráðingunum.

Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, er gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449