Evstamark á midnátt at skipa stjórn í Ísrael

Evstamark á midnátt at skipa stjórn í Ísrael
Ætlanin er at skipa eina breiða samgongu, sum kann reka Benjamin Netanyahu frá stjórnarvaldinum
Yair Lipad hevur freist til í á midnátt í kvøld at skipa stjórn í Ísrael
 
02.06.2021 - 15:45

Í kvøld klokkan ein minutt í midnátt, er evstamark hjá andstøðuleiðaranum, Yair Lapid, at hava skipa nýggja stjórn í Ísrael.

Lapid hevur í løtuni tingingar við høgra-nationalistin, Naftali Bennett, um at skipa breiða samgongustjórn og reka Benjamin Netanyahu frá valdinum. 

Netanyahu hevur verið forsætisráðharri í 12 ár.

Nógvir flokkar

Breiða samgongan, sum roynt verður at skipa, verður mannað við flokkum á høgraveingi og vinstraveingi, har m.a. átrúnaðarligi flokkurin hjá Naftali Bennett, Yamina, er.

Netanyahu hevur funnist hvassliga at samgonguni, og hevur roynt at sannføra tinglimir í Yamina um at atkvøða ímóti samgonguni.

Fær samgongn millum Lapid og Bennett ikki undirtøku í tjóðartinginum, verður eftir øllum at døma aftur val í Ísrael. Tað verður so fimta valið í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454