Hasfjord bar við land í Skopun

Hasfjord bar við land í Skopun
Skipið liggur nú við bryggju í Skopun
Hasfjord liggur nú við bryggju í Skopun
Mynd: Landsverk  
 
03.06.2021 - 11:21

Klokkan eitt korter til 11 fyrrapartin bar strandfaraskipið Hasfjord við land í pollinum í Skopun.

Skipið liggur nú við bryggjukantin í Skopun, og tamarhald er á støðuni, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi.

Sjey ferðafólk og seks akfør vóru við Hasfjord, tá skipið bar við land, og hvørki fólk ella akfør hava fingið skaða, sigur Strandferðslan.

Hasfjord siglir ikki meira í dag, men arbeitt verður við broytingum á leið 60 og 85.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342