Fíggjarligur smeitur fyri Klaksvíkar Róðrarfelag

Fíggjarligur smeitur fyri Klaksvíkar Róðrarfelag
Fíggjarliga støðan í Klaksvíkar Róðrarfelag er álvarsom, nú róðurin á Norðoyastevnu er útsettur. Í fjør fekst heldur eingin inntøka frá róðrinum
Bátarnir verða verandi í neystinum leygardagin
Mynd: Klaksvíkar Róðrarfelag  
 
03.06.2021 - 19:44

Eingin norðoyastevnukappróður verður um vikuskiftið. 

Tað váttaði forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya fyri Degi og Viku hóskvøldið, eftir at myndugleikarnir mæltu til at avlýsa ella avmarka øll størri tiltøk. 

Annika Dalsgarð sigur, at róðurin er útsettur í fyrstu syftu, men óvist er um, ella nær hann verður rógvin.

Fyri Klaksvíkar Róðrarfelag er tað ein dyggur smeitur, um felagið ikki kann skipa fyri kappróðri á heimasjógvi.

 - Hetta er ein álvarsom støða fyri okkum, sigur Sonja Kjølbro, forkvinna í KR.

 - Norðoyastevnuróðurin er okkara einasti 'heimadystur', so hettar rakar felagið ógvuliga meint. Í fjør loyvdu tilmælini okkum ikki at selja atgongumerki, men vit fingu endurgjald fyri útreiðslur, sum vit høvdu av róðrinum. Í ár var so meiningin at rætta upp á missin frá í fjør. Vit hava brúkt várið uppá at fyrireika okkum og høvdu gott mót.

Metnógvar manningar vóru meldaðar til ársins fyrsta FM-kappróður, og Klaksvíkar Róðrarfelag hevði stórar ætlanir á vestaru bryggju, sum skuldi tryggja felagið fíggjarliga í ár. 

 - Hatta var sum at fáa vátan vøtt frammaná. Nú mugu vit venda hesum í høvdinum. Eg havi varhugan av, at Klaksvíkar kommuna bakkar okkum upp, men hvussu og hvat veit eg einki um í løtuni, sigur Sonja Kjølbro.

RSF harmast um avgerðina

Róðrarsamband Føroya harmast um, at tey hava verið noydd at taka hesa avgerðina. 

 - Rógvararnir hava fyrireika seg bæði væl og virðiliga, og fyrsti róðurin er nakað serligt, sigur Annika Dalsgarð.

 - Men vit eru serliga kedd vegna Klaksvíkar Róðrarfelag, sum annað árið á rað missir sína størstu inntøkukeldu.

Forkvinnan í RSF leggur afturat, at síðan smittan var staðfest hjá tveimum kappróðrarfeløgum eftir ódnartókini í Runavík fyri tveimum vikum síðan, hava øll feløgini gjørt sítt ítasta fyri at tryggja sær, at tey ikki vórðu rakt aftur. Tí kemur støðan sera illa við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Andaktin
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841