Semingsstovnurin fund við partarnar seinnapartin

Semingsstovnurin fund við partarnar seinnapartin
Semingsstovnurin fer at kanna, hvussu komast kann víðari í royndini at fáa semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevarafeløgini
Semingsmenninir hitta partarnar í sáttmálatrætuni seinnapartin
 
10.06.2021 - 12:20

Semingsstovnurin hevur biðið Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at koma á fund seinnapartin at umrøða fæstlæstu støðuna sum er á ansingarøkinum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsstovnurin vil tosa við nøkur fólk frá hvørjum partinum fyri at fáa greiðu á, hvussu komast kann víðari við at finna eina semju millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevarafeløgini.

Undan fundinum er støðan tann sama, sum hon hevur verið. Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda seg til semingsuppskotið, sum tey góðtóku, men sum Pedagogfelagið vrakaði.

Pedagogfelagið hevur síðani sent pørtunum eitt nýtt uppskot til semju, men talan var mestsum um somu krøv, sum Pedagogfelagið upprunaliga setti fram, og tað vilja partarnir ikki góðtaka.

Verkfall og verkbann

Í farnu viku lýsti Pedagogfelagið 24 tíma verkfall á vøggustovum, og mánadagin varð verkfall lýst á nøkrum stovnum.

Fíggjarmálaráðið svaraði aftur við at lýsa verkbann frá týsdegnum fyri teir pedagogar, sum vóru í verkfalli mánadagin.

Og verkbannið skuldi vera galdandi til nýggjur sáttmáli er gjørdur.

Men eftir at hava ráðført seg við Undirvísingarstýrið, broytti Fíggjarmálaráðið avgerðina, og tað hevði við sær, at 48 limir í Pedagogfelagnum, sum vórðu raktir av verkbanni týsdagin, fingu boð um at møta til arbeiðis aftur mikumorgunin.

Tað hevði við sær, at allir 91 næmingarnir í fólkaskúlunum og á Skúlanum á Trøðni sluppu aftur í skúla í gjár.

Hóast Fíggjarmálaráðið segði seg vilja hava "skipað viðurskifti" á økinum, so helt ráðið fast um verkbannið, sum nú ikki fevnir um allar 114 limirnar í Pedagogfelagnum, men 66 limir.

Fundurin, sum semingsstovnurin fer at hava við partarnar buyrjar kl. 14, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Kvørnin: "Sólskin", Stanley Samuelsen
203473
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377