Nýggj diabetesmiðstøð í 2023

Nýggj diabetesmiðstøð í 2023
Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin hava gjørt samstarvsavtalu um diabetesmiðstøð í Føroyum
Diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum verður umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Center Føroyar
 
11.06.2021 - 09:50

Diabetesambulatoriið á Landssjúkrahúsinum verður umskipað til eina diabetesmiðstøð, sum verður nevnd Steno Diabetes Miðstøð Føroya.

Eftir ætlan verður diabetesmiðstøðin tikin í nýtslu 1. januar 2023. Hon verður partur av medisinska deplinum, sum diabetesambulatoriið longu er.

Tað er greitt, eftir at Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Grunnurin eru farin undir samstarv um at skipa diabetesmiðstøð í Føroyum.

Yvirskipaða málið við samstarvinum er at leingja livialdurin og betri lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum, sigur Heilsumálaráðið.

Stórt framstig

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at diabetesmiðstøðin og samstarvið við Novo Nordisk Grunnin verða eitt stórt framstig.

- Vit hava sum er eina góða og væl skipaða diabetesviðgerð, men við hesum samstarvinum fáa vit nógv betri orku og møguleikar at styrkja og menna viðgerðina enn meira, sigur hann.

Mads Krogsgaard Thomsen, stjóri í Novo Nordisk Grunninum, sigur, at umframt at viðgera og fyribyrgja diabetes, verða møguleikar at stuðla gransking, sum tekur støði í føroyska fólkinum, og sum kann spæla saman við góðu royndunum, sum Føroyar hava við Ílegusavninum og FarGen-verkætlanini.

30 mia. kr.

Síðani 2010 hevur Novo Nordisk Grunnurin latið fleiri enn 30 milliardir kr., fyrst og fremst til gransking á vitanarstovnum og sjúkrahúsum í Danmark og í hinum norðurlondunum, og haraftrat til viðgerð og at fyribyrgja diabetes.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at samstarvið við Novo Nordisk Grunnin verður eitt stórt framstig.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221