Partarnir í sáttmálatrætuni viðgera støðuna

Partarnir í sáttmálatrætuni viðgera støðuna
Verkbannið, sum er lýst, fylgir teimum 66 pedagogunum, sum eru raktir av verkbanni. Fara teir í summarfrí, verður frítíðin uttan løn
Semingsmenninir høvdu fund við partarnar í gjár, og nú viðgera partarnir tað, sum kom burturúr
 
11.06.2021 - 11:46

Partarnir í sáttmálatrætuni millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið umrøða í løtuni tað, sum kom burtur úr fundinum, sum semingsstovnurin hevði við partarnar í gjár.

Eingin vil siga stórvegis um støðuna, men partarnir umrøddu, hvussu komast kann víðari. M.a. verða útrokningar gjørdar, sum skulu vísa, hvat úrslitið verður, um partarnir skulu tosa saman aftur av álvara.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið góðtóku í farnu viku eitt semingsuppskot sum semingsmenninir løgdu fram, meðan Pedagogfelagið vrakaði uppskotið.

Seinni sendi Pedagogfelagið pørtunum eitt uppskot at samráðast um, men tað uppskotið varð havnað av arbeiðsgevarunum, sum søgdu, at uppskotið varð meinlíkt krøvunum sum Pedagogfelagið upprunaliga setti fram.

Verkfall og verkbann

Í farnu viku lýsti Pedagogfelagið 24 tíma verkfall á vøggustovum, og mánadagin varð verkfall lýst á nøkrum stovnum.

Men eftir at hava ráðført seg við Undirvísingarstýrið, broytti Fíggjarmálaráðið avgerðina, og tað hevði við sær, at 48 limir í Pedagogfelagnum, sum vórðu raktir av verkbanni týsdagin, fingu boð um at møta til arbeiðis aftur mikumorgunin.

Verkbannið er framvegis galdandi fyri hinar 66 pedagogarnar, sum vóru í verkfalli mánadagin.

Og verkbannið er galdandi, til nýggjur sáttmáli er gjørdur.

Hevur skund

Tað hevur skund at fáa semju, tí tað styttist, til skúlarnir fáa summarfrí.

Verkbannið, sum er lýst, fylgir teimum 66 pedagogunum, sum eru raktir av verkbanni. Fara teir í summarfrí, so verður frítíðin uttan løn.

Tað váttar Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Tað er ikki eydnast at fáa orðið á Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655