Rúsevnismálið: Fimm og tvey ára fongsul

Rúsevnismálið: Fimm og tvey ára fongsul
Verjin hjá dananum, sum er dømdur fimm ára fongsul, fer at skjóta dómin inn fyri hægstarætt alt fyri eitt
Nevningatingið hevur ásett revsingina í rúsevnismálinum, ávikavist fimm ár og tvey ára fongsul
 
17.06.2021 - 15:08

Ein dani var fyri løtu síðani dømdur fimm ára fongsulsrevsing í stóra rúsevnismálinum, sum nú er endað. Ein føroyingur varð dømdur tvey ára fongsulsrevsing.

Tá dómarin kunngjørdi revsingina, segði hann, at hann og nevningarnir vórðu samd um, at tað, sum teir báðir hava fingist við, er samfelagsskaðiligur kriminalitetur.

Ákærin kravdi minst fimm ára fongsulsrevsing til danan, og minst tvey ára fongsulsrevsing til føroyingin.

Fara í hægstarætt

Verjin hjá dananum vísti á, at samanborið við tað sum er vanligt, so átti revsingin at verið 2,5 ár, og í mesta lagi 3 ár.

Teir gjørdu tí av at skjóta dómin inn fyri hægstarætt alt fyri eitt.

Verjin hjá føroyinginum helt, at eitt ár og tríggir mánaðir var nóg hørð revsing.

Hann segði í stuttari viðmerking eftir dómin, at teir fara at umhugsa, um teir skulu skjóta dómin inn fyri hægstarætt. Tað hava teir 14 dagar til.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890