Fakfeløg kunna um tiltøk um vikuskiftið

Fakfeløg kunna um tiltøk um vikuskiftið
Tey 36 feløgini siga, at tey hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna ein loysn, um partarnir fáa frið fyri løgtinginum
Fakfeløgini halda, at arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið eru før fyri at finna eina loysn, um partarnir fáa frið fyri løgtinginum. Myndin er frá fundinum, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri mikudagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2021 - 16:12

36 fakfeløg komu fyri løtu síðani við eini fráboðan.

Í skrivinum stendur millum annað, at tey 36 fakfeløgini samdust fyrrapartin í dag um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð, sum tey málbera seg. 

Kunna um vikuskiftið

Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um um vikuskiftið. 

Fakfeløgini siga, at tey hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna eina loysn, um partarnir ikki verða álopnir av løgtinginum.

Tey skriva eisini, at sleppa arbeiðsgevararnir at brúka lív og heilsu sum almenna grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum, er spurningurin bara, hvat næsta grundgevingin verður.

Eiga at brúka galdandi reglur og siðvenjur

Fakfeløgini ásanna, at lív og heilsa ikki skal setast í vanda, men hetta eiga arbeiðsgevarar og fakfeløg at loysa eftir teimum reglum og siðvenjum, sum longu eru galdandi, og sum higartil hava
verið nøktandi.

At leggja í hendurnar á stjóranum á Almannaverkinum at gera av, nær lív og heilsa er í vanda, er ikki í lagi, siga tey 36 fakfeløgini í fráboðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576