Eriksen skurðviðgjørdur og útskrivaður

Eriksen skurðviðgjørdur og útskrivaður
Danska landsliðsstjørnan Christian Eriksen hevur fingið pacemakara skurðísettan og er útskrivaður frá Ríkissjúkrahúsinum
 
18.06.2021 - 18:11

"Skurðviðgerðin gekk væl, og eg havi tað eftir umstøðunum gott."

Soleiðis sigur Christian Eriksen, so nú er útskrivaður av Ríkissjúkrahúsinum, eftir at hann fekk hjartasteðg í landsdystinum móti Finnlandi leygardagin. 

Boðini hevur DBU kunngjørt á Twitter. 

Danska fótbóltsstjørnan er skurðviðgjørdur, og hevur fingið ein framkomnan pacemakara, ein sonevndan ICD. 

Eriksen hevur vitjað danska landsliðið í Helsingør í dag. Hann fer nú heim saman við familjuni. 

"Takk fyri tær ótúrliga mongum heilsurnar. Tað hevur verið einastandandi at merkt. Tað var feitt at síggja dreingirnar eftir flotta dystin í gjárkvøldið. Eg fari at rópa á teir í dystinum móti Russlandi," sigur Christian Eriksen sambært DBU. 

Enn er óvist, um Christian Eriksen verður at síggja á einum leikvølli aftur. Hann er í samskifti við felag sítt, Inter í Italia, men har eru reglarnar strangar í sambandi við hjartasteðg. Tú sleppur ikki at spæla yrkisfótbólt aftur. 

Hinvegin, so spælir hollendski landsliðsleikarin, Daley Blind, ið umboðar Holland til EM, við einum ICD-pacemakara. Tað gevur vón.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162