Firvaldur sigraði á suverenu Erlu Kongsdóttir

Firvaldur sigraði á suverenu Erlu Kongsdóttir
Firvaldur av Tvøroyri tók øll á bóli, tá báturin vann á Erlu Kongsdóttir, sum hevur verið einaráðandi hjá 5-mannaførunum seinastu árini
21.06.2021 - 10:00

Erla Kongsdóttir hevur verið einaráðandi hjá 5-mannaførum við kvinnum seinastu árini. Róðrar og FM-heitið eru vunnin ferð eftir ferð, og sjáldan hevur nakar hótt bátin úr Fuglafirði.

Men leygardagin ikki bara hótti Firvaldur. Báturin av Tvøroyri, sum hevur lutfalsliga nýggja og óroynda manning, gjørdi ikki mætari enn at vinna sundalagsróðurin - sum varð rógvin í Runavík - og nú er málið greitt.

 - Einaferð skuldi Erla koppast, og at sleppa at verða tær, sum gjørdu tað, er heilt fantastiskt, sigur Sára Maria Johansen av Firvaldi.

 - Vit hava sjálvandi sum mál, at vinna allar róðrarnar frameftir. Tað er tað, sum vit fara eftir og at blíva føroyameistarar eisini, leggur hon afturat.

Tey orðini fara at standa sína roynd á jóansøku leygardagin, har Erla Kongsdóttir óivað hevur aðrar ætlanir.

5-MANNAFAR KVINNUR

Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult K. Reytt K.
1 Firvaldur 05:39.28 7 0 0
2 Erla Kongsdóttir 05:40.38 6 0 0
3 Blikur 05:42.32 5 0 0
4 Tjaldrið 05:44.38 4 0 0
5 Tekla 05:45.04 3 0 0
6 Spógvin 05:53.14 2 0 0
7 Tambar 05:56.01 1 0 0
8 Báran 06:01.46 0 0 0
9 Malunarhav 06:03.11 0 0 0
10 Tarvurin 06:06.09 0 1 0
11 Junkarin 06:11.49 0 0 0
12 Falkur 06:12.18 0 0 0
13 Ritan 06:13.15 0 0 0
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096