Eftirmeta næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum

Eftirmeta næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum
Í verandi skúlaári hava 159 flokkar 20 næmingar ella fleiri, og í 72 flokkum eru 24 næmingar ella fleiri
Rættiliga nógvir næmingar eru í nógvum flokkum. Í hesum skúlaárinum hava 159 flokkar 20 næmingar ella fleiri
Mynd: Savnsmynd  
 
23.06.2021 - 08:40

Næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum verður eftirmett.

Rættiliga nógvir næmingar eru í nógvum flokkum.

Sambært fólkaskúlalógini mugu ikki vera fleiri enn 24 næmingar í hvørjum flokki, tá skúlaárið byrjar. Tá næmingatalið er 27 ella fleiri, verða pengar latnir til tveir flokkar.

Men eru 25 ella 26 børn í einum flokki, í triðja til sjeynda flokki, verða pengar játtaðir til eykatímar.

159 flokkar hava 20 næmingar ella fleiri

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, um næmingatal í fólkaskúlanum.   

Í verandi skúlaári hava 159 flokkar 20 næmingar ella fleiri. Í 72 flokkum eru 24 næmingar ella fleiri. 

Jenis av Rana sigur eisini, at samgongan hevur sett sær fyri, at tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í sambandi við millum annað floksstødd.

Sjøtul er settur á hetta arbeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391