HB-venjarin sagt seg úr starvi

HB-venjarin sagt seg úr starvi
Venjarin hjá HB, Jonas Dal Andersen, sum varð settur undan hesum kappingarárinum, hevur sagt seg úr starvi, skrivar heimasíðan hjá HB í kvøld
Jonas Dal Andersen hevur takkað fyri seg í HB
 
28.06.2021 - 18:02

Høvuðsvenjarin hjá Betri-monnum í HB, Jonas Dal Andersen, hevur sagt seg úr starvi. Tað skrivar hb.fo.

Sambært HB-venjaranum hevur hann tikið avgerðina, tí ov stór sveiggj hava verið í avrikunum síðstu tíðina. 

 - Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at aðrar kreftir skulu til at lyfta spælararnar nú, sigur Jonas Dal Andersen við heimasíðuna hjá HB.

HB harmast um støðuna, sum er íkomin, og ætlanin er, at Kevin Schindler tekur yvir sum venjari næstu dystirnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037