Nýggja skýlið skal vera klárt til evropafótbólt

Nýggja skýlið skal vera klárt til evropafótbólt
Um miðjan juli skal KÍ spæla evropeiskan fótbólt í Klaksvík fyri fyrstu ferð, og í løtuni leggja tey nógv fyri við Djúpumýru, so nýggja skýlið verður klárt til dystin
05.07.2021 - 10:19

Hósdagin spælir KÍ fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League ímóti RFS úr Lettlandi. 

Eina viku seinni er heimadysturin á skránni, og tá spælir KÍ eftir ætlan evropeiskan fótbólt við Djúpumýru fyri fyrstu ferð. 

 - Eg haldi, at tað er gott fyri føroyskan fótbólt og ikki minst fyri okkum í KÍ, at vit sleppa at spæla dystin her, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Ein av treytunum fyri at fáa leikvøllin við Djúpumýru góðkendan til evropeiskan fótbólt er, at fleiri áskoðarapláss skulu byggjast kring sjálvan vøllin. Í mars byrjaði arbeiðið við at byggja nýtt skýli aftanfyri eystara málið, og í løtuni dríva arbeiðsfólk á fyri at fáa skýlið klárt til dystin 15. juli.

 - Tað, sum er komið, verður klárt, sigur Tummas Lervig. Í fyrstu atløgu verður takið ikki lagt á, men tey 625 nýggju sitiplássini verða klár at taka í nýtslu. 

Nýggja skýlið kostar umleið sjey milliónir krónur, og sambært KÍ-formanninum er hetta ikki síðsta byggingin, sum verður framd kring leikvøllin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039