Hjulmand fekk Holst til yrkisleikara

07.07.2021 - 11:57
Ítróttur›Fótbóltur
Hjulmand fekk Holst til yrkisleikara
Kasper Hjulmand dugir sera væl at fáa tað allarbesta burtur úr hvørjum einstøkum leikara, sigur Christian Lamhauge Holst, sum hevur havt Hjulmand sum venjara í Lyngby
Mynd: Christian Lamhauge Holst / Privat  
Christian Lamhauge Holst og Kasper Hjulmand

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikari, Christian Lamhauge Holst, hevði danska landsliðsvenjarar Kasper Hjulmand sum venjara í Lyngby frá 2006 til 2008.

Christian Lamhauge Holst dylir ikki fyri, at Kasper Hjulmand hevði ein avgerandi ávirkan á, at hann yvirhøvur gjørdist yrkisleikari.

"Kasper Hjulman er ein sera erligt fólk, ið dugir at fáa leikarar at miðsavna seg um tað, teir eru góðir til, heldur enn tað, ið teir ikki duga," sigur Christian Lamhauge Holst, sum er útbúgvin lærari og A-venjarin, og hann arbeiðir í einum fótbóltsskúla í Holdbæk. 

Hann væntar, at Danmark fer at herja á í hálvfinaluni á Wembley í kvøld og royna stýra dystinum móti Onglandi, tí er í andanum hjá danski landsliðsvenjaranum, Kasper Hjulmand. 

Hoyr samrøðuna við Christian Lamhauge Holst, sum eisini var tilstaðar í Parkini, tá Christina Eriksen small um. 

Christian Lamhauge Holst vitjar ofta aftur í Føroyum. Her er hann í Mykinesi fyrr í ár. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129