Havnin í Oyrareingjum letur uppaftur

Havnin í Oyrareingjum letur uppaftur
Síðani hálvan mai hevur havnin í Oyrareingjum, sum liggur við Signabø, verið stongd fyri allari umskiping fyri at sleppa undan gangi og øðrum ampa frá skipum
Havnin í Oyrareingjum
 
12.07.2021 - 07:29

Nú er aftur loyvt at umskipa fisk og annað í havnini á Oyrareingjum.

Hálvan mai varð havnin stongd fyri allari umskiping fyri at sleppa undan gangi og øðrum ampa frá skipum.

 

Gera ljóðmátingar

Nú farið er undir at gera eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir, er havnin á Oyrareingjum opin aftur.

Fram til 1. november skulu ljóðmátingar gerast á havnarløgunum í Tórshavnar kommunu.

Fyri at finna eitt markvirði fyri ljóðdálking er neyðugt, at vanligt virksemi er á havnarløgunum, sigur Tórshavnar kommuna.

 

Markvirði setast

Í royndartíðini til 1. november verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, sum liggja við bryggju, í nærumhvørvinum og í heimum fyri at staðfesta, hvussu nógvan gang, skipini halda.

Síðani verða markvirðini sett.

Kommunan sigur, at skip, sum ikki halda markvirðini, fáa boð um at fáa viðurskiftini í rættlag. 

Ber ikki til at halda markvirðini, skulu havnirnar nokta skipunum atgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053