Annarhvør innlagdur sjúklingur við koronu fær eftirsjúku at dragast við

bannari
Annarhvør innlagdur sjúklingur við koronu fær eftirsjúku at dragast við
Vanligastu eftirsjúkurnar eru trupulleikar við nýrum og lungum, nervasjúkur og trupulleikar við hjartanum. Eftirsjúkurnar raka serliga ung fólk, sum hava havt góða heilsu
 
16.07.2021 - 10:13

So mikið sum annarhvør sjúklingur, sum er innlagdur orsakað av koronu, fær aðrar heilsuplágur og eftirsjúkur at dragast við, vísir umfatandi bretsk ritgerð. Dátur frá meira enn 70.000 koronusjúklingum á 300 sjúkrahúsum í Bretlandi eru gjøgnumgingnar í ritgerðini. Vanligastu eftirsjúkurnar eru trupulleikar við nýrum og lungum, men nógvar fráboðanir eru eisini um nervasjúkur og trupulleikar við hjartanum. Eftirsjúkurnar raka serliga ung fólk, sum annars ikki hava havt heilsutrupulleikar. 

Tilsamans 27 prosent av sjúklingunum millum 19 og 29 ár, og 37 prosent av teimum millum 30 og 39 ár hava upplivað eftirsjúkur eftir at hava verið innløgd við koronu.

Álvarslig langtíðarárin

Ritgerðin er almannakunngjørd í lækna-tíðarritinum The Lancet, og granskararnir, sum hava skrivað hana, siga, at hetta eigur at fáa tey, sum taka avgerðir, at vakna í sambandi við langtíðarárinini, sum álvarsliga sjúkir koronusjúklingar hava.

- Greiningin gongur ímóti núverandi hugsan um, at covid-19 bara er vandamikið fyri fólk við aðrari sjúku og fyri eldri fólk, sigur Calum Semple, professari við lærda háskúlan í Liverpool.

- Álvarsemið við sjúkuni, tá fólk verða innløgd, er ein indikator um eftirsjúkur hjá sjálvt ungum fólki. So fyribyrging av eftirsjúkum krevur eina veruliga fyribyrgingarætlan, - og tað er koppseting, leggur Semple dent á.

Greiningin av dátunum frá 70.000 sjúklingur vísir eisini, at 27 prosent av sjúklingum í minni mun vóru førir fyri at taka sær av sær sjálvum eftir at verða útskrivaðir frá sjúkrahúsi, - sama hvønn aldur, kyn og uppruna teir høvdu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533