Myllurnar í Porkeri ger mun

Myllurnar í Porkeri ger mun
26 prosent av streyminum, ið varð brúktur í Suðuroy í fyrra hálvári, var grønt framleiddur, tí hann kom frá myllunum í Porkeri
Myllurnar í Porkeri
Mynd: SEV  
 
17.07.2021 - 12:30

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroynni var 14 prosent størri í fyrra hálvári í ár enn í fjør, upplýsir SEV.

Hetta er nógv meira enn eftirspurningurin í øllum landinum vaks, tí hann var bara trý prosent størri.

 

26 prosent frá myllunum

Og vindmyllurnar í Porkeri gera mun.

Tær gjørdu góð 26 prosent av streyminum, sum varð brúktur í Suðuroynni í fyrra hálvári.

Eingin samanbering er, tí myllurnar vóru ikki komnar í fyrra hálvári í fjør.  

 

65 prosent frá olju

Oljan stóð fyri 65 prosentum í Suðuroynni. Í fyrra hálvári í fjør var oljan 89 prosent.

Sólorkan í Sumba gav meira í ár enn í fjør. Vøksturin er góð 23 prosent.

Grøna orkan hjá SEV var í øllum landinum góð 40 prosent, - eitt vet meira enn í fyrra hálvári í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360