Stýriskipanin verður endurskoðað og broytt

Stýriskipanin verður endurskoðað og broytt
Millum annað skal gerast heilt greitt, hvat Løgtingsins umboðsmaður skal viðgera, og hvat Landsstýrismálanevndin skal viðgera
Stýriskipanin stýrir løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.07.2021 - 14:23

Stýriskipanarlógin skal endurskoðast og broytast.

Og broytingaruppskotið kemur í hesari tingsetuni, sigur løgmaður.

Orðini løgtingsmaður og landsstýrismaður skulu broytast, so kvinnur í løgtinginum ella landsstýrinum kunnu vera kvinnur og ikki menn.

Eisini verður hugsað um fíggjarmálsviðurskifti, millumtjóðaviðurskifti, uppgávubýtið millum Løgtingsins umboðsmann og Landsstýrismálanevndina hjá tinginum, valrætt til ómynduggjørd, kommunuviðurskifti og um rættarliga og politiska ábyrgd av teimum málum, sum løgd eru til sjálvstøðugar nevndir, sum taka endaligar avgerðir.

Fundir hava verið um stýriskipanina bæði í landsstýrinum og við floksformenninar í løgtinginum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF