Nýggjur bjargingarbátur til Eiðis

Nýggjur bjargingarbátur til Eiðis
Seinnapartin í dag verður móttøka fyri Vón
Nýggi Vón er bygdur í Írlandi, og tað verður móttøka fyri honum á Eiði.
 
16.08.2021 - 09:08

Nýggi báturin hjá Eiðis bjargingarfelag er komin til Føroya, Hann eitur Vón, og í dag kl.17 verður móttøka á Eiði.

Fýra mans sigldu Vón til Føroya, skipari var Karl Eli Samuelsen.

Eiðis bjargingarfelag keypti Rescue Vón brúktan úr Noregi í 2012.  

Bygdur í Írlandi

Nýggi Vón er bygdur í Írlandi, á Safehaven Marine. Vón er 19 bruttotons, góðar 14 metrar langur og góðar fýra metrar breiður. 

Vón er sama slag sum Sverri í Vágum. 

Safehaven Marine bygdi eisini hann. Tað var í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083