90 prosent av dønum skulu koppsetast

90 prosent av dønum skulu koppsetast
Danska stjórnin ætlar eisini at bjóða borgarum triðja prikið
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at koronustøðan er góð í løtuni.
 
23.08.2021 - 14:42

- Málið er at 90 prosent av fólkatalinum skulu vera koppsett 1. oktober.

Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, á tíðindafundi í dag.

Danska stjórnin hevði kallað inn til tíðindafundar um eina støðulýsing um koronustøðuna í landinum, og høvuðsboðskapurin hjá forsætisráðharranum var, at nú verður nógv orka sett av til at røkka málinum, um at níggju av 10 dønum skulu vera koppsettir 1. oktober.

Forsætisráðharrin segði at støðan við farsóttini er góð í løtuni, og Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, legði aftrat, at farsóttin nú er um at broytast, so hon verður ein farsótt millum tey, sum ikki eru koppsett.

Triðja prikið

Magnus Heunicke segði eisini, at Danmark fer at bjóða borgarum triðja prikið, men støða er ikki tikin til, nær tað verður.

Í fyrstu syfta fáa tey, sum eru í vandabólki, tilboð um at verða koppsett eina ferð aftrat.

Sambært heimasíðuni hjá danska kringvarpinum eru í løtuni umleið 70 prosent av dønum liðugt koppsett. Sostatt mangla 20 prosent fyri at røkka málinum, sum nú er 90 prosent.

Til samanberingar eru góð 63 prosent av føroyingum liðugt koppsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744