Føroyanevndin kemur í september

Føroyanevndin kemur í september
Hetta er fyrsta vitjanin hjá nevndini síðani fólkatingsvalið í 2019
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, er formaður í Føroyanevndini.
 
25.08.2021 - 08:53

Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya í næsta mánað.

Dagarnir 20. til 23.september eru settir av til ferðina, sum verður kallað námsferð.

Føroyanevndin plagar at vera í Føroyum annað hvørt ár. Seinast, hon var her, var tó í 2018. Í fjør forðaði korona fyri ferðini.

29 fólk í nevndini

Hetta er so fyrstu ferð eftir fólkatingsvalið í 2019, at Føroyanevndin kemur til Føroya.

29 fólk eru í Føroyanevndini, men øll plaga ikki at vera við í ferðunum til Føroya.

Endamálið við hesum ferðunum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum.

Fíggjarætlanin hjá ferðini í næsta mánað er mett at vera 150.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846