Gevast at kanna fyri koronu við landamarkið

26.08.2021 - 09:22
Innlendis›Heilsa
Gevast at kanna fyri koronu við landamarkið
Smittustøðan er so mikið góð, at tað er ráðiligt at sleppa kravinum um koronukanning, sigur formaðurin í farsóttarnevndini
1. september verður kravið um at kanna ferðafólk fyri koronu við landamarkið strikað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Kravið um koronukanning við landamarkið í Føroyum verður strikað 1. september.

Tað avgjørdi farsóttarnevndin á fundi í gjár.

Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, sigur, at smittustøðan í landinum er so mikið góð í løtuni, at tað verður hildið ráðiligt at sleppa kravinum.

Nevndin hevur givið landsstýrinum nøkur tilmæli, men Michael Boolsen vil einki siga um tilmælini, fyrr enn landsstýrið hevur tikið støðu til tey.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129