Spreinging nærindis floghavnini í Kabul

Spreinging nærindis floghavnini í Kabul
Ógreitt er, um nakar er deyður av spreingingini, ella hevur fingið skaða
Nógv fólk eru uttan fyri floghavnina í Kabul, har ein spreinging hevur verið seinnapartin.
 
26.08.2021 - 15:12

Samstundis sum roynt verður at flyta fólk burtur úr Afganistan, hevur ein spreinging verið nærindis floghavnini í høvuðsstaðnum, Kabul.

Tað upplýsir talsmaðurin fyri amerikanska verjumálaráðið, John Kirby, seinnapartin.

Ógreitt er, um nakar er deyður av spreingingini, ella hevur fingið skaða. Heldur ikki er greitt, hvussu stóran skaða spreingingin hevur gjørt.

John Kirby skrivar á Twitter, at nærri upplýsingar um spreingingina koma seinni.

Ráðharrin fyri vápnaðu deildirnar í Bretlandi, James Heappey, segði fyrr í dag, at álítandi fregnartænastuupplýsingar vóru um, at ætlanin var at leypa á fólk, sum eru stødd nærindis floghavnini. 

Eisini CNN hevur tíðindi um álopið í Kabul.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659