Spreingingin í Kabul hevur kravt mannalív

Spreingingin í Kabul hevur kravt mannalív
Óváttað tíðindi vilja vera við, at talan var um eina sjálvmorðsbumbu, sum brast
Nú er greitt, at spreingingin í Kabul hevur kravt mannalív, og fólk eru eisini særd.
Mynd: CNN  
 
26.08.2021 - 16:10

Spreingingin uttan fyri floghavnina í afganska høvuðsstaðnum Kabul seinnapartin hevur kravt mannalív, og fólk eru eisini særd, upplýsir talsmaðurin hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, John Kirby, á Twitter, men hvussu nógv eru deyð ella særd, er ikki greitt.

 

BBC veit at siga, at eftir fyrstu spreingingina vóru skot at hoyra, og so var aftur ein spreinging. 

Báðar spreingingarnar vóru nærindis Abby Gate við floghavnina í Kabul, har nógv fólk eru.

Sjálvmorðsbumba

Amerikanskar keldur siga fyri Reuters-tíðindastovuni og sjónvarpsstøðini CNN, at ein sjálvmorðsbumba elvdi til spreingingina. Hesar upplýsingar eru ikki váttaðar. Men ein ónevndur amerikanskur embætismaður sigur fyri Reuters, at talan er um ein sjálvmorðsbumbu.

Spreingingin var samstundis, sum roynt verður at flyta fólk burtur úr Afganistan.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008